- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi avbyrgja listasavnið Louvre
Lesandi avbyrgja listasavnið Louvre
Mótmæli og samanbrestir hava eisini verið í nátt og í morgun í Lyon, Marseille og París

Listasavnið Louvre var avbyrgt í dag.
Mynd: Abdul Saboor/Reuters/Ritzau Scanpix
19.10.2026 - 10:21
Lesandi avbyrgdu kenda listasavnið Louvre í París í dag, so ongi vitjandi sluppu inn at síggja eitt nú Monu Lisu.
Tey lesandi søgdu, at blokadan var í samhuga við mótmælini hjá miðnámsskúlanæmingunum.
"Vit eru errin at boða frá, at vit blokera heimsins størsta listasavn", varð sagt á flogseðlunum, ið vórðu býttir út, skrivar miðilin France 24.
Mótmæli og samanbrestir hava eisini verið í nátt og í morgun í Lyon, Marseille og París.
Franska handilskamarið metir, at fleiri enn 2.000 fyritøkur eru ávirkaðar beinleiðis av ófriðinum um vikuskiftið, og at skaði fyri fleiri hundrað milliónir evrur hevur staðist av, skrivar France 24.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























