Sveinur Tróndarson í Vangamyndini

Sveinur Tróndarson í Vangamyndini
Redaksjónsleiðarin á portal.fo verður gestur hjá Liljuni Weihe í Vangamyndini í Degi og Viku
 
17.01.2014 - 14:47

Hann var fyrstur at skriva um tollmálið og Jørgen Niclasen á portal.fo - eitt mál, sum síðani hevur verið nógv umrøtt, og sum hevur fingið Jørgen Niclasen at kæra bæði portal.fo og Kringvarpið. 

Í kvøld er hann gestur í Vangamyndini í Degi og Viku.

Sveinur Tróndarson er útbúgvin bankamaður, hann hevur verið roknskaparleiðari, og eisini hevur hann starvast sum grannskoðari, m.a. á Grannskoðaradeild Landskassans.

Síðani 1998 hevur hann starvast í fjølmiðlunum, m.a. á Sosialinum, Vinnuvitan, Fregnum og Dimmalætting, og nú er hann redaksjónsleiðari á portal.fo.

Vertur í Vangamyndini verður Liljan Weihe.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863