- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingið viðger milliónir hjá kommunum
Tingið viðger milliónir hjá kommunum
Uppskotið um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald er í dagsskránni fyri tingfundin í dag

Hvannasunds kommuna fær pengar fyri at veita Rituni tænastur.
20.10.2026 - 06:28
Uppskotið um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald er í dagsskránni fyri tingfundin í dag.
Uppskotið er, at Strandfaraskip landsins ikki skulu gjalda kommunalum havnum fyri at brúka tær.
Talan er um tríggjar kommunur, Tórshavnar kommunu, Hvannasunds kommunu og Sands kommunu.
Gjøldini eru sjey milliónir og 140.000 kr. í ár.
Tingið fer eisini endaliga at samtykkja, at málsøkið rúsandi evni verður yvirtikið.
Tá onnur viðgerð var, vóru 21 atkvøður fyri og eingin ímóti.
Átta fyrstu viðgerðir eru á tingfundinum í dag kl. 11.00.
Sjálvstýrið eigur flestu uppskotini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























