- Tíðindi, mentan og ítróttur
Wenzel gevst við Volvo

Wenzel kann nú halda fram við yvirtøkuni av ognunum og virkseminum hjá Komfortbilum.
Tað hevur Kappingarráðið avgjørt 16. oktober, og avgerðin er kunngjørd í dag.
Men góðkenningin er treytað av, at Wenzel gevst við at selja Volvo-bilar, og seinni eisini letur Volvo-verkstaðsvirksemið frá sær.
Upprunaliga ætlaði Kappingareftirlitið at mæla til at banna yvirtøkuna, tí eftirlitið metti, at hon fór at avmarka kappingina munandi.
Men 15. oktober lovaði Wenzel at gevast við Volvo-virkseminum, og tað fekk Kappingareftirlitið at broyta sína niðurstøðu.
Tað merkir, at Wenzel gevst við at selja Volvo, fyri ístaðin at kunna halda fram við at selja BMW-bilar.
Skal gevast við Volvo í trý ár
Wenzel hevur bundið seg til ikki at selja nýggjar ella brúktar Volvo-bilar í trý ár.
Felagið skal eisini siga avtaluna um Volvo-verkstaðið upp í seinasta lagi um eitt ár, um Kappingareftirlitið ikki leingir freistina.
Í tíðarskeiðinum kann Wenzel halda fram við Volvo-verkstaðnum, til eitt nýtt góðkent verkstað kann taka við.
Yvirtók virksemið uttan góðkenning
Málið hevur havt eina drúgva gongd.
Wenzel yvirtók ognirnar hjá Komfortbilum longu í september 2025, áðrenn Kappingareftirlitið hevði góðkent yvirtøkuna.
Eftirlitið metti, at talan ikki bara var um keyp av einstøkum ognum, sum Wenzel hevði ført fram, men um eina yvirtøku av nærum øllum virkseminum hjá Komfortbilum.
Hetta fevndi millum annað um bilasølu, verkstaðstænastur og BMW-virksemið.
Í mars í ár boðaði Kappingareftirlitið frá, at málið fór at verða meldað til ákæruvaldið, tí yvirtøkan var framd uttan góðkenning, og kravda fráboðanin ikki var komin rættstundis.
Nú er yvirtøkan góðkend, men Wenzel skal halda treytirnar um Volvo fyri at varðveita góðkenningina.



























