- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísital skal áseta skattin

Samgongan ætlar at javna skattastigan.
Hon sigur, at búskapurin hevur í nøkur ár havt stóra framgongd.
Hetta merkir, at stigvaksandi stigini í inntøkuskattinum fylgja ikki við gongdini, tá inntøkurnar vaksa.
Veruligi skatturin hækkar tí so líðandi, uttan at løgtingið hevur avgjørt tað, og hetta kann gera tað trupult hjá politisku skipanini at halda aftur í rakstrarútreiðslunum.
Men tað ger eisini, at politiska skipanin við jøvnum millumbili skal stilla skattaskipanina og taka støðu til tað sama umaftur.
Við árliga at javna skattastigan, fær politiska skipanin størri orku til at loysa aðrar
týdningarmiklar avbjóðingar, sigur samgongan.
Vísital
Fyri hvørt ár verður kunngjørt eitt lønarvísital.
Tað skal kunngerast fyri 1. september.
Talið verður brúkt til at javna skattastigan.
Lønarvísitalið fyri 2027 er 100.
Lønarvísitalið fyri 2028 er 100 umframt vøksturin í miðinntøkuni frá 2025 til 2026.
Miðinntøkan í 2025 er 445.464 kr.ísital




























