Etiska ráðið: Fáa øll javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð?

Etiska ráðið: Fáa øll javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð?
Nýggja Etiska ráðið fer nú til verka, og tað fer millum annað at halda eyga við, um fólk kring alt landið fáa javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð
Limirnir sum mannað Etisk ráðið eru: Katrin Kalsberg, forkvinna, Vár Honnudóttir, Arni Zachariassen, Súsanna Skaale, Sissal Jørgensen, Regin Berg, Jógvan Páll Fjallsbak, Hanus á Gørðum og Jóngerð Guttesen.
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
22.10.2026 - 18:21

Nýggja Etiska ráðið fer nú til verka, og tað fer millum annað at halda eyga við, um fólk kring alt landið fáa javnbjóðis heilsu- og umsorganartilboð.

Tað sigur Katrin Kallsberg, nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Hon leggur dent á, at ráðið ikki enn hevur havt stundir til saman at stinga út í kortið. 

Sambært lógini um Etiska ráðið, skal tað í fyrsta lagi hugsavna seg um etiskar spurningar, ið knýta seg at heilsufakligum virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og í kommununum.

Men ráðið skal eisini fylgja við í, hvat rørir seg í samfelagnum, og av egnum ávum taka etiskar spurningar upp til viðgerar.

Forkvinnan vísir á, at nógvir avbjóðandi etiskir spurningar eru at taka støðu til í dagsins samfelag, og nevnir vitlíki og skíggjanýtslu sum dømi um evni, sum hon við vissu væntar fara at fylla nógv í almenna kjakinum, og tí eisini á dagsskránni hjá Etiska ráðnum.

Hoyr innslag í úvarpstíðindunum

1839632

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541