
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfalsvápnið verður útholað

Stór arbeiðsøki, bæði privat og almenn, liggja í sáttmálaloysi, tí allar semingsroyndir eru miseydnaðar. Men síðan hendir onki, tí hvørgin partur tykist longur leggja í at taka stríðsstíg og lýsa annaðhvørt verkfall ella verkbann. Tað ørkymlar Jákup Danielsen, sum var formaður í Starvsfelagnum - sum tá æt Starvsmannafelagið - frá 1992 til 1997, og undan tí sat í nevndini har í fleiri ár. Verandi skipan við stríðsstigum verður útholað, um hon ikki verður brúkt, heldur hann.
Hann undrast millum annað á, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið vrakaðu eitt semingsuppskot um nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini, og síðan fóru heim at sova upp á tað.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, heldur hinvegin, at tað hoyrir einari farnari tíð til at fara í verkfall beinanvegin, um ein semingsroynd miseydnast.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:


























