- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið fer at taka 629 nummarplátur
Politiið fer at taka 629 nummarplátur
Tær skulu takast, tí bileigarin skyldar veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026

Politiið hevur fingið 629 mál um nummarplátur, sum skulu takast. (Savnsmynd)
27.10.2026 - 08:09
Politiið veit, hvat tað skal gera komandi næturnar.
Tað fekk í gjár 629 mál um nummarplátur, sum skulu takast.
Tær skulu takast, tí bileigarin skyldar veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026.
Kann bileigarin ikki vísa kvittan fyri goldin gjøld, tekur politiið nummarspjøldrini.
Í apríl vóru nógv fleiri slík mál.
Tá fekk politiið 799 mál um eftirstøður fyri eftirstøður fyri fyrra hálvár 2026.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























