- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan gjørdi avtalu við Norðlýsið, hóast løgfrøðiligar ávaringar

Hóast Klaksvíkar kommuna fekk løgfrøðiligar ávaringar um stuðul til miðilin Norðlýsið, so er ein samstarvsavtala fyri 375.000 krónur gjørd millum kommununa og miðilin.
Tað vísa innlitsskjøl, sum Kringvarpið hevur fingið fatur á.
Miðilin Norðlýsið søkti upprunaliga Klaksvíkar kommunu um 750.000 krónur í rakstrarstuðli til útvarpsvirksemi.
Men bæði Kommunufelagið og løgfrøðingurin hjá Klaksvíkar kommunu mettu, at slíkur stuðul hevði ikki lógligt grundarlag.
Bárður Larsen, lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, bleiv biðin um at meta um lógliga grundarlagið fyri rakstrarstuðli, og hann tók undir við metingini hjá Kommunufelagnum og løgfrøðinginum hjá kommununi.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum.
Broytt til samstarvsavtalu
Seinni varð stuðulsumsóknin broytt til eina samstarvsavtalu um marknaðarføring og miðlaveitingar.
Bárður Larsen, uttanveltur løgfrøðingur, metti, at nýggja loysnin kundi verjast betur løgfrøðiliga, men at ivamál framvegis vóru.
Kortini samtykti Klaksvíkar býráð í mai at gera samstarvsavtaluna við Norðlýsið.
Sambært henni skal kommunan rinda Norðlýsinum 125.000 krónur í ár og 250.000 krónur næsta ár.
Upphæddin fyri næsta ár skal tó takast upp til viðgerðar í kommununi seinast í ár.
Afturfyri skal Norðlýsið millum annað marknaðarføra Klaksvík og kunna um tiltøk og viðurskifti í kommununi, stendur at lesa í innlitinum, sum Kringvarpið hevur fingið.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, heldur, at samstarvsavtalan við Klaksvíkar kommunu ávirkar ikki journalistiska frælsið hjá miðlinum:


























