- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernámsdeildin bjóðar dagstovnum telefonráðgeving

Sernámsdeildin í Undirvísingarstýrinum bjóðar nú dagstovnum opna telefonráðgeving friggjadag millum klokkan tíggju og tólv.
Hetta er beinleiðis avleiðing av verkætlan, sum skúlar, dagstovnar og landsmyndugleikar gjørdu.
Barnaverkætlanin hevði ein týðandi leiklut, verður sagt.
Í verkætlanini kom fram, at stórur tørvur er á lættari atgongd til fakliga sparring og vegleiðing í gerandisdegnum.
Við opnu telefonráðgevingini roynir Sernámsdeildin at nøkta hendan tørvin.
Fyribyrgjandi átak
Endamálið við opnu telefonráðgevingini er at virka sum eitt fyribyrgjandi átak, har starvsfólk á dagstovnaøkinum kunnu venda sær til sernámsfakfólk við spurningum og ivamálum, sum stinga seg upp í arbeiðinum við børnum og ungum.
Faklig ráðgeving um talu og samskifti, sálarfrøði og sernámsfrøði verður veitt vikuliga.
Ráðgeving um tekn til talu og ergoterapi er eina ferð um mánaðin.
Við opnu telefonráðgevingini vil Sernámsdeildin styrkja samstarvið við stovnarnar, og arbeiða fyri, at starvsfólk fáa skjótan og viðkomandi fakligan stuðul.
Málið er at lofta støðum tíðliga og at fyribyrgja, at tørvurin gerst størri, sigur Sernámsdeildin.
Tilboðið er dulnevnt og fevnir ikki um málsviðgerð ella visitatión.


























