- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá ið minan brast á skúlaloftinum í Dali

Ongin veit rættiliga, hvat fór fram á skúlaloftinum – men tað gekk bara ein lítil løta, so hoyrdist ein ógvusligur, óhugnaligur brestur um alla bygdina. Skúlin var spongdur í luftina, og trý mannalív lógu eftirá.
Hendingin í Dali var ein so stórur skelkur fyri bygdafólkið, at fólk orkaðu ikki at tosa um hana. Tí vita tey flestu ikki um hana. Sólvit Nolsøe, sum sjálvur er uppvaksin í Dali, hevur kannað skjøl og vitnisfrágreiðingar um hesa hending – ein hending, sum hann næstan onki kendi tíl sjálvur.
Syrgiligi tilburðurin hendi á hásumri, mánadagin 14. juli í 1941. Fólkatalið í bygdini var umleið 80 fólk, og sum í flestum føroyskum bygdum hesa tíðina var lívið bundið at jørðini og sjónum. Hetta var ein góðveðursdag, og slíkan góðveðursdag mátti onki spillast burtur. Flestu føru menninir vóru farnir til verka – summir til útróðrar, aðrir at skera torv, og onkur var farin í skorina at fleyga lunda. Kvinnur og eldri stákaðust um tað dagliga í húsarhaldinum.
Bygdin var tí at kalla manntóm fyri vaksnar menn, tá ið 15 ára gamli Poul Kjartan Larsen um 18-tíðina kom niðan aftur av Mølini. Niðri í fjøruni hevði hann funnið eitt tungt, samanboltað jarnhylki, ið var rikið á land. Hann visti ikki, hvat hetta var, og leitaði sær tí hjálp. Av vaksnum monnum heima í bygdini vóru bara tveir eftir, Emil í Klæmintsstovu, kongsbóndin, sum lá sjúkur í songini, og 49 ára gamli Óla Jákup Johannesen, vanliga róptur Óla Jákup á Toft, ið júst var liðugur í torvi og sat og fekk sær nátturða. Óla Jákup var útlærdur jarnsmiður, og helst hevur Kjartan hildið, at hann kundi siga sær, hvat hetta var, hann hevði sæð niðri á Møl.
Óla Jákup bað drongin keypa sær tubbakk í Klæmintsstovu, meðan hann át seg lidnan, og síðan fóru teir báðir oman á Møl.
Dalur í 1940unum. Johild Grothsdóttir Nolsøe eigur myndina.
Eitt deyðiligt hylki var rikið á land
Luturin, sum lá og rakst niðri á Møl, var eitt jarnhylki, einar 75 sentimetrar til longdar, og hevði ovalt skap við spískum enda. Helst hevur hetta verið ein bretsk mina av slagnum MK XVII ella MK XX.
Undir heitinum Northern Barrage høvdu bretar frá juni 1940 lagt yvir 92.000 minur í einum veldigum belti úr Orknoyggjum og norður ímóti Íslandi fyri at forða týskum kavbátum og skipum. Men túsundtals minur slitnaðu frá botnfestunum og róku fyri vág og vind. Hóast tær høvdu eina innbygda skipan, sum skuldi gera tær óvirknar, tá tær slitnaðu, virkaði henda mekanisman ofta ikki.
Hóast ávaringar vóru sendar út frá myndugleikunum longu í 1940, at fólk skuldu halda seg minst 400–500 metrar burtur frá rekandi minum og boða myndugleikunum frá beinanvegin, so var hetta ikki altíð gjørt.
Bóru minuna niðan í bygdina
Óla Jákup og Kjartan fingu borið hylkið niðan á Oyrar. Har skilti Óla Jákup ein enda frá, og síðani bóru teir lutin niðan í bygdina og løgdu hann á breiða laðaða garðin uttan fyri húsini á Toft, beint yvir av skúlanum.
Meðan Óla Jákup fór undir at kanna lutin nærri, samlaðist ein riðil av forvitnum børnum rundan um garðin, og tá kom eisini 19 ára gamli Jógvan Johannesen at hyggja at.
Konurnar í grannalagnum vóru ikki álvuligar við støðuna. Mamma Kjartan, Sunneva á Hvanngarðinum, var ótrygg. Hon bað Óla Jákup ansa eftir og tryggja sær, at eingin var saman við honum, um hann endiliga skuldi kanna henda lutin.
Óla Jákup fór inn á Toft eftir amboðum. Greta á Toft greiddi seinni frá, at hann kom inn við innmatinum úr hylkinum í hondini – tað líktist tendringini á einum bensinmotori, við glasi, jarntræðrum og hangandi leidningum. Fjáltur kom á Gretu, og hon bað hann fara út aftur við tí. Greta fór somuleiðis út í túnið og beindi smæstu børnini burtur og bað tey fara niðan í dalin at spæla.
Bresturin
Óla Jákup vildi kanna lutin í friði og tók hann tí inn á skúlaloftið í bygdarskúlanum. Við honum fóru teir báðir ungu menninir Kjartan og Jógvan. Børnini vóru tíbetur farin av skúlatúninum.
Ongin veit nágreiniliga, hvat fór fram á loftinum, men tað gekk bert ein lítil løta. Umleið klokkan 19:20 dundi ein óhugnaligur brestur um alla bygdina.
Rokið stóð upp úr skúlanum. Tekjan var partvíst rivin av bygninginum, og rútar og sprek vóru floygd um økið. Sunneva á Hvanngarðinum leyp út, ørkymlað í tí stóra rokinum, tí ongi vaksin mannfólk vóru heima at spyrja.
Emil í Klæmintsstovu, sum júst var risin úr seingini, skundaði sær oman á skúlatúnið, har hann hitti Honnu í Rununi. Tey bæði fóru inn í skúlan. Har var alt ein ruðuleiki, men eingin var at síggja. Løtu seinni varnaðist Hanna, at blóð dryppaði niður úr einum stórum holi í loftinum. Á gólvinum fann hon ein fót, sum hon beinanvegin kendi aftur at vera fóturin hjá Óla Jákupi.
Uppi á skúlaloftinum var ikki tespligt. Tekjan var sundurrivin, og Emil hættaði sær ikki upp á loftið, men hann sá ein mannakropp. Hanna fór at kanna økið runt skúlan, og har kom hon fram á líkið av 15 ára gamla Kjartani.
Emil skundaði sær at ringja til Húsavíkar eftir hjálp og menn at renna um fjallið til Dals.
Tung spor
Læknin í Klaksvík, Dr. Stærmose, ið hevði serligar uppgávur undir krígnum, varð boðsendur og kom suður. Skjótt hevur borið at, tí líksýnini vórðu undirskrivað klokkan hálvgum eitt um náttina nakrar fáar tímar eftir, at minan brast. Skaðarnir á teimum trimum vóru ógvusligir og bóru boð um, at allir tríggir helst høvdu staðið beint uppi yvir minuni, tá ið tendringin brast.
Eingin kirkjugarður var í Dali tá í tíðini, teir deyðu máttu berast um fjallið til Húsavíkar at jarðast. Í bókini Saga Dalur lýsir rithøvundurin Kristian Osvald Viderø hesa tungu gongdina:
“Dalbingar høvdu tikið mangt tungt takið bæði á sjógvi og landi, men tey vóru øll til samans einki aftur móti hesum; men tað skuldi takast. Og mong jarðarferðin til Húsavíkar hevði verið tung, men eingin eins tung og henda. Aldri høvdu sporini verið eins tung niðan brekkuna upp úr bygdini. Tá vóru menn fámæltir”
Sorgarleikurin setti so djúp og svíðandi sár í tað lítla samfelagið í Dali, at fólk í áratíggju orkaðu ikki at tosa um tað, ið hent var.
Hoyr Sólvit Nolsøe greiða frá í útvarpssendingini »Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali«


























