Høgni Hoydal: Vit kunnu vænta eitt "lunkað" uppskot um limaskap

Høgni Hoydal: Vit kunnu vænta eitt "lunkað" uppskot um limaskap
Høgni Hoydal, sum nú er varalimur í Norðurlandaráðnum, er við á ársfundinum hjá ráðnum fyri 28. ferð. 
Høgni Hoydal, sum í løtuni er varalimur í Norðurlandaráðnum, væntar, at uppskotið um sjálvstøðugan limaskap verður okkurt slag av neyðsemju, tá avtornar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2026 - 13:27

- Spurningurin um sjálsvtøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum kemur neyvan til viðgerðar,  fyrr enn á næsta ársfundi hjá ráðnum. 

Tað sigur Høgni Hoydal, sum nú er varalimur í Norðurlandaráðnum, og sum er við á ársfundinum hjá ráðnum fyri 28. ferð. 

Hann væntar, at tá kemur eitt "lunkað uppskot," sum hann tekur til, um at Føroyar, Grønland og Áland kunnu luttaka á onkran hátt, men ikki sum fullgildir og javnsettir limir.

- Tað verður eitt slag av lunkaðari neyðsemju, sigur Høgni Hoydal.

Verður tað úrslitið, vónar Høgni Hoydal, at løgtingið heldur fast við tað, sum er samtykt, og tað er fullgildur limaskapur, uttan at lepar hanga við.

Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum:

 

29102026_Hogni_Hoydal

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711