Jóhanna svenskur meistari

Jóhanna svenskur meistari
Jóhanna Fossdalsá Sørensen vann í gjár svenska meistaraheitið við BK Häcken eftir eitt langt tíðarskeið uttanfyri við krossbandsskaða
Mynd: BK Häcken  
 
03.11.2026 - 13:27

Jóhanna Fossdalsá Sørensen er vorðin svenskur meistari í fótbólti við BK Häcken.

Häcken tryggjaði sær í gjárkvøldið svenska meistaraheitið í kvinnufótbólti við einum sannførandi 4-1 sigri á Kristianstad á heimavølli í Göteborg.

Tað skrivar svenska blaðið Expressen.

Longu eftir 14 minuttir var Häcken á odda 3-0, og tá dysturin var liðugur, kundu spælararnir hátíðarhalda meistaraheitið.

Jóhanna Fossdalsá hevur drigist við krossbandsskaða í eitt ár, men hevur spælt við seinastu dystirnar. Í gjár bleiv hon skift inn í endanum av dystinum.

Hetta er annað árið á rað, at BK Häcken vinnur svenska meistaraheitið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928