- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Stundin komin til eina broyting
"Stundin komin til eina broyting," var leystliga týtt herrópið hjá stuðlunum hjá demokratiska valevnunum í Kansas, Adam Hamilton. Tað bleiv eisini eitt slag av niðurlagi fyri miðskeiðisvalið í USA. Demokratarnir hava vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Adam Hamilton gjørdist fyrsti demokratiski senatorurin úr annars so reyða statinum Kansas síðani 1932. Hetta hendi, tá hann vann á einum av sitandi senatorunum úr Kansas, republikanaranum Roger Marshall. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Úrslitið á senatorvalinum í Kansas var rættiliga umboðandi fyri miðskeiðisvalið í USA, sum gjørdist ein stórsigur fyri demokratiska flokkin. Við meirilutanum í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum fáa demokratarnir nú størri møguleikar at steðga lógaruppskotum frá Donald Trump, og at seta kanningar í verk av stjórn hansara. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Ein kollvelting. Ein blá bylgja. Tað vóru orð, sum Regin Berg og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, tóku til, tá ið teir tóku saman um amerikanska miðvalið í morgunsendingini í morgun.
Eisini í Texas kundu stuðlar hjá demokratiska valevninum til Senatið, James Talarico, feira góða úrslitið (Mynd: Ritzau/Scanpix)
James Talarico vann sessin í Senatinum á republikanskan valevninum, ríkisákæranum Ken Paxton. Sigurin er serliga merkisverdur, tí Texas í fleiri áratíggju hevur verið ein republikanskur skansi. Hvør av teimum 50 statunum í USA hevur tveir sentatorar. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Stuðlar hjá demokratiska sentaorvalevninum í Michigan, Abdul El-Sayed, fegnast um góða úrslitið. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Demokratiska valevnið í Michigan til Senatið, Abdul El-Sayed, gevur konuni, Sarah Jukaku, eitt stórt klemm eftir sigurin. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Sambært stjórnmálafrøðingunum Regini Berg og Halli av Rana hevur valið víst, at demokratarnir hava megnað at vinna veljarar við at flyta seg nærri politisku miðjuni. Tað kann koma teimum til góðar fram móti forsetavalinum um tvey ár. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Meðan demokratiskir stuðlar hava kunna feirað sigrar á miðskeiðisvalinum í øllum landinum, hava republikanskir stuðlar verið noyddir at druknað sorgina við eitt nú eitt sindur av poppkorni. (Mynd: Ritzau/Scanpix)
|
|




























