Venjing hevur stóran týdning fyri krabbameinsrakt

Venjing hevur stóran týdning fyri krabbameinsrakt
Fólk, sum halda seg virkin undir krabbameinsviðgerð, klára seg ofta betur enn tey, sum eru óvirkin, vísir gransking
 
04.11.2026 - 11:25

- Vit síggja, at fólk, sum venja, samstundis sum tey eru í viðgerð fyri krabbamein, hava færri hjáárin av viðgerini og sjúkuni sjálvari og eru eisini á hægri funktiónsstøði.

Soleiðis sigur Høgni H. Andersen, sum er kandidatur í fysioterapi og hevur PhD í krabbameini og venjing. Dagliga er hann varaleiðari á Ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum og námslektari á Setrinum á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

Í útvarpssendingini, Heilsuhornið, forklárar hann, hvussu venjing og rørsla kunnu hava stóran týdning bæði fyri at fyribyrgja krabbameini, meðan sjúkan er aktiv, og eftir at fólk eru staðfest frísk. 

Sambært Høgna H. Andersen vísir gransking, at fólk, sum halda seg virkin undir krabbameinsviðgerð, ofta klára seg betur enn tey, sum eru óvirkin.

Hann leggur tó dent á, at tað ikki snýr seg um harða venjing. Tað týdningarmesta er at sleppa undan at vera ov óvirkin.

Gransking vísir eisini, at regluligt likamligt virkni kann minka um vandan fyri at fáa krabbamein. Sambært Høgna H. Andersen kann sjálvt ein stuttur dagligur gongutúrur gera mun.

- Tað allar viktigasta, tá mann er krabbameinssjúklingur, er at umganga at vera inaktivur. Nakrir fáir minuttir um dagin hava nógv størri virkna enn at sita stillur meginpartin av degnum, sigur Høgni H. Andersen

Í sendingini forklárar Høgni H. Andersen eisini, hvussu fólk, sum hava verið ígjøgnum krabbameinsviðgerð, kunnu merkja, at venjing eisini kann vera við til at minka um møði, betra um lívsgóðskuna og lækka vandan fyri, at sjúkan kemur aftur. 

Tú kanst hoyra sendingina her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860