- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongliga leikhúsið hátíðarheldur Olaf Johannessen fyri 40 ár á pallinum

"Vit hátíðarhalda, at Olaf Johannessen hevur virkað sum sjónleikari í 40 ár, í sambandi við seinastu sýningina av 'Teatermaskinen'"
Soleiðis skrivar Kongliga leikhúsið á sínum sosialu miðlum í dag.
Í Kongliga leikhúsinum fegnast tey um, at tey hesi 40 árini hava notið at havt Olaf Johannessen á pallinum í sera ymiskum sjangrum og leiklutum, eitt nú "Engle i Amerika" eftir Tony Kushner, "Gengangere" eftir Henrik Ibsen, "Heksejagt" eftir Arthur Miller, "Puntila" eftir Bertolt Brecht, "Cyrano de Bergerac" eftir Edmond Rostand, bæði "Richard II" og "Richard III" eftir William Shakespeare og "Timerne" eftir Michael Cunningham.
HOYR EISINI: Olaf og stóri kærleikin
Olaf Johannessen er leiklistarliga úr góðum bergi brotin, tí bæði foreldrini, Tove og Eyðun Johannessen, vóru sjónleikarar, og tað er systurin, Annika, eisini.
Seinni í ár kann Olaf Johannessen aftur síggjast á pallinum í Kongliga leikhúsinum saman við Lars Mikkelsen í leikinum "Slutspil" eftir Samuel Beckett.
"Vit ynskja Olaf tillukku við hátíðarhaldinum, og takka honum fyri hansara stórfingna listarliga innsats gjøgnum øll árini," sigur Morten Kirkskov, leiklistastjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
SÍ EISINI: Myndareportasja: Tann komiska tragedian
Í samband við, at Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2022, gjørdi Suni Merkistein eina samrøðu við Olaf Johannessen í táttinum "25 minuttir".























