- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valdu Gestalonina frá, tí umstøðurnar vóru so vánaligar
Valdu Gestalonina frá, tí umstøðurnar vóru so vánaligar
Borgarstjórin í Vági heldur ikki, at tað er uppgávan hjá kommununum í Suðuroynni at útvega barnakonum í oynni betri umstøður at gista í Havn

Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vági.
Mynd: Vágs kommuna
04.11.2026 - 18:03
- Vit gistu í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum, tá vit skuldu fáa fyrsta barnið, men valdu tað frá til tey næstu børnini, tí hølini vóru í so ringum standi.
Tað sigur borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen.
Bjørg av Rana, ljósmóðir, hevur víst á, at umstøðurnar í Gestalonini eru so vánaligar, at kommunurnar í Suðuroynni eiga útvega barnakonum betri umstøður, meðan tær bíða í Havn.
Men Bjarni Johansen heldur ikki, at hetta er ein uppgáva hjá kommununum í Suðuroynni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04112026_Borgarstjori_i_Vagi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























