Øll málini: Óli logaði í heimligum umhvørvi

Øll málini: Óli logaði í heimligum umhvørvi
Hann hevur sett eld á í Champions League og í donsku kappingini við GOG, og mikukvøldið logaði Óli Mittún ímóti Kosovo við Tjarnir. Her eru øll átta málini hjá bakkinum
Sum kánus: Kosovoverjan royndi seg við hørðum spæli at byrja við, men fekk ikki steðga føroyska stjørnuskotinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2026 - 10:03

Tey hava sæð hann stórspæla í reyðum og gulum fyri GOG í heyst. 

Nú vildu føroysku viðhaldsfólkini uppliva Óla Mittún í landsliðsblusuni, og unga stjørnan gav fjøldini tað, tey vóru komin fyri at síggja - og tað í ólukkumát.

Bakkurin var flúgvandi, tá Føroyar settu málmet í einum EM-undankappingardysti við 37. Tað kundi eins væl verið omanfyri 40, vóru spælararnir hvassari frammanfyri málinum.

Óli Mittún var ikki sekur í so máta. Hann skoraði upp á allar átta skotroyndir sínar og átti næstseinastu hond á níggju føroyskum málum. Nakrar av fríspælingunum vóru heilt einfalt genialar.

 

261105_OLI_MAL_NET

 

Afturat hesum fangaði hann fleiri leysar bóltar, og hóast okkurt tekniskt mistak kom fyri í høgu leikferðini, var hetta eitt minniligt avrik frá 21-ára gamla úrmælinginum.

Avrikið hevur ivaleyst givið føroysku fjøldini gásarhold, og Óli Mittún viðgekk eisini, at tað er stuttligt at fara flúgvandi ígjøgnum mótstøðuverjuna og senda bóltin í hornið.

 - Tað er fantastiskt, tað má mann siga. At gera slíkt á heimavølli og renna heim (í verjuna, red.). Tá fært tú eitt sindur av gásarholdi, segði Óli Mittún eftir dystin.

Føroyar spæla aftur sunnudagin, tá Montenegro tekur ímóti á Balkan. 

SÍ EISINI: Gásarhold við Tjarnir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793