- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Republikanarar taptu meira enn demokratar vunnu

- Tað eru heldur republikanarirnir, sum hava tapt valið, enn tað eru demokratarnir, sum hava vunnið.
Tað sigur Sámal Matras Kristiansen, stjórnmálafrøðingur, eftir úrslitið a miðskeiðisvalinum í USA týsdagin, har demokratarnir fingu meiriluta bæði í umboðsmannatinginum og senatinum.
Hann var í Breddanum fyrrapartin.
Donald Trump, forseti. (Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)
Forsetin hevur ikki bara mist valdið í kongressini, men laka úrslitið á valinum ger eisini, at hann missirr undirtøkuna og valdið í sínum egna flokki, heldur Sámal Matras Kristiansen..
Hóast Trump ikki hevur so nógv vald í republikanska flokkinum longur, so er ikki vist, at MAGA-rørslan missir undirtøku.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Hoyr longri samrøðu við Sámal Matras Kristiansen í eyka Bredda her.



























