- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ronaldo gevst á portugisiska landsliðnum alt fyri eitt

Cristiano Ronaldo gevst á portugisiska landsliðnum alt fyri eitt.
Tað boðar hann frá á Instagram-vanga sínum í dag.
- Til portugisiska fólkið. Dagurin er komin, tá eg lati frá mær landstroyggju nummar sjey. Eg havi ongantíð hildið, at eg átti hana, men í 23 ár havi eg havt tann framíhjárætt og ábyrgd vera í henni, verja hana og taka hana við mær um allan heimin. Í dag er tíðin komin at lata hana víðari.
- Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð. Tí summar avgerðir verða ikki bara tiknar við høvdinum, men við hjartanum, sigur hann millum annað í sjónbandabroti á Instagram.
Cristiano Ronaldo hevur spælt 234 altjóða dystir og skotið 146 mál, har hann m.a. vann EM í 2016 og tvey Nations League steyp.


























