Málini: Elias tók ábyrgd avgerandi løtuna

Málini: Elias tók ábyrgd avgerandi løtuna
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt átta mál í javnleikinum ímóti Montenegro í Podgorica. Nógv av teimum komu síðstu løtuna, tá nógv stóð á, og alt skuldi avgerast. Sí málini her
HSF/EHF
Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti seg fram, tá dysturin skuldi avgerast ímóti endanum
08.11.2026 - 21:22

Nógv góð føroysk avrik vóru at síggja í javnleikinum ímóti Montenegro í Podgorica sunnudagin.

Óli Mittún helt fram, har hann slapp ímóti Kosovo, Vilhelm Poulsen átti fleiri av bestu málunum í dystinum og Pauli Jacobsen átti eisini nakrar týðandi bjargingar út á dystin.

Tá tað stóð á ímóti endanum, tók Elias Ellefsen á Skipagøtu veruliga um endan og skoraði nærum øll tey føroysku málini. Spælskiparin fekk sjálvandi pláss, tí heimaverjan ansaði væl eftir Óla Mittún, men hann vísti eisini neyðuga dirvi til at fara ígjøgnum og skora í trýstkókaranum á Balkan.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tilsamans átta mál. Trý komu fyri steðgin, og restin kom ímóti endanum, tá tað onkra løtu sá rættiliga svart út. Harumframt legði hann upp til fimm onnur føroysk mál.

Tað eydnaðist ikki at fáa mál upp á seinasta álopið í undirtali, men eina stigið kann fáa stóran týdning í endaliga roknskapinum í vár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328