- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 milliónir til Albert Hall

Albert Hall á Argjum skal umvælast fyri 25 mió. kr.
Millum annað skulu vindeyguni skiftast.
Landið keypti Albert Hall til fíggjar- og búskaparstovnarnar fyri 29 árum síðani.
Ætlanin er at gera umvælingarnar næsta ár.
Í uppskotinum um eykajáttanir biður landsstýrið um eina millión í ár.
Men minnilutin í fíggjarnevndini, Sirið Stenberg og Ruth Vang, mæla frá at játta pengarnar í ár.
Tær siga, at fíggjarárið 2026 er farið at halla.
Tí eigur verkætlanin at vera tikin við, tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 verður viðgjørt.
Atkvøtt verður um eykajáttanarlógina í dag.
Hon hevur 25,3 mió. kr. í halli.
Fíggjarnevndin hevur uppskot um nakrar broytingar, sum landsstýrið biður um.



























