- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nivi úr landsstýrinum

Nivi Olsen er farin úr landsstýrinum í Grønlandi.
Báðir flokkarnir í samgonguni, hennara egni, Demokraatit, og IA kravdu, at hon fór.
Í gjár fór flokkurin Atassut úr samgonguni, tí Nivi Olsen vildi tá ikki fara úr landsstýrinum.
Rokið byrjaði hósdagin í farnu viku, tá tvey uppskot um misálit á Nivi Olsen komu í landstingið.
Hvørki var tó samtykt.
Nivi Olsen, sum umsat undirvísing, mentan, ítrótt og kirkjuna í landsstýrinum, er skuldsett fyri ikki at handfara eitt mál um studning til eitt felag rætt.
Felagið hevur viðgingið, at tað hevur brúkt pengarnar til annað enn tað, teir vóru játtaðir til.
Hevur meiriluta enn
Og nú Atassut ikki er longur við í samgonguni, er Maritha Broberg í Atassut farin úr landsstýrinum.
Hon umsat sosialmál, arbeiðsmarknaðarmál, familjumál og innanríkismál.
Hóast Atassut er farin úr samgonguni, hevur hon framvegis stóran meiriluta.
Hon hevur 18 av 31 landstingslimum.
Atassut fekk tveir limir í landstingið á valinum í fjør.


























