- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll lógin skal endurskoðast

Tað fer at kosta landskassanum 21 mió.kr. netto um árið at hækka dagpengarnar.
Hetta vísir meirilutin, samgongan, í trivnaðarnevndini, á.
Nevndin hevur skrivað álit um lógaruppskotið hjá Bjørg Brynhildardóttur Egholm í Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri dagpeningaveiting.
Sambært uppskotinum skal hámarkið hækka úr 80 upp í 100 prosent.
Meirilutin, sum ikki tekur undir við uppskotinum, sigur, at broytingin hevur við sær størri útreiðslur fyri arbeiðsgevarar.
Tá er umráðandi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru við.
Meirilutin vil hava eina breiðari og meira samanhangandi endurskoðan, skal lógin um sjúkradagpening broytast.
Sjálvstýri tekur undir við Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri sjúkradagpening úr 80 upp í 100 prosent av sáttmálalønini.
Minnilutin í trivnaðarnevndini tekur undir við, at sjúkradagpeningaskipanin eigur at vera endurskoðað í síni heild.
Men tað eigur tó ikki at forða fyri at fremja ábøtur nú, siga Tjóðveldi og Sjálvstýri.

























