- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli og teir mundu koppað týskum risa

Báðir føroyingarnir í Champions League taptu, tá miðumfarið fór av bakkastokki í vikuni.
Men meðan Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vóru vónbrotnir um tapið fyri Aalborg í Norðurjútlandi, mundu Óli Mittún og teir í GOG verða munandi betur nøgdir við heimatapið fyri Magdeburg, hóast úrtøkan var hin sama.
GOG bjóðaði nevniliga týska risanum av av álvara í heimavølli, har føroyski bakspælarin legði fyri sum eitt óløgið. Hann legði upp til fyrsta danska málið og skeyt síðan trý á rað. Magdeburg, sum telist millum bestu hondbóltslið í heiminum, vann sær eina tepra leiðslu, men dysturin var somikið javnur, at GOG hevði kjansin at javna í síðsta álopinum, men málverjin bjargaði vongskotinum úr høgru.
Óli Mittún endaði við fimm málum seks uppleggum í 36-35 heimatapinum.
Eitt frálíkt mál hjá Óla Mittún er við í samandráttinum úr dystinum millum GOG og Magdeburg, sum týskarar vunnu við einum máli.
Mikudagin vitjaðu Hákun West av Teigum og Füchse Berlin í Aalborg, har høvuðsstaðarfelagið mátti lúta ímóti komandi felagnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Við einum stórspælandi Niclas Landin á odda, vóru danir omaná mestsum allan dystin og vunnu til endans 34-31. Føroyski landsliðsvongurin skeyt tvey mál upp á tríggjar royndir.
Føroyingafeløgini eru stigaleys og niðast í hvør sínum bólki í miðumfarinum.

























