- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Joensen og OL í Kringvarpinum

Møguleiki verður hjá teimum, sum ynskja at fylgja við kappingunum hjá Páli Joensen, at hoyra og síggja svimjikappingarnar í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

400 metur frí

Leygardagin, tað er í morgin, verður fyrsta kappingin, nevniliga 400 metur frí. Kappingin verður kl. 10.47. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum. Sjónvarpið samsendir við DR ella TV2.

Eydnast tað Páli Joensen at svimja seg í finaluna, so verður hann við í 400 metur frí-finaluni kl. 19.49. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum, og Sjónvarpið samsendir annaðhvørt við DR ella TV2.

4X200 metur frí - týsdagin

Týsdagin 31. juli verður kappingin 4X200 metur frí, kl. 11.17. Kringvarpið samsendir við DR ella TV2. Finalan verður kl. 20.47 týskvøldið, og verður Pál Joensen í finaluni, so samsendir Sjónvarpið hjá Kringvarpinum við DR ella TV2.

1500 metur frí

Hendan kappingin verður fríggjadagin 3. august, kl. 10.23. Samsent verður við DR ella TV2.

1500 metur finalan

Hendan sera spennandi kappingin hjá Pál Joensen verður leygardagin 4. august, kl. 19.36. Eydnast tað Páli Joensen at koma í finaluna, so fer Sjónvarpið hjá Kringvarpinum at gera eyka burturúr. Ein sjónvarpssending verður gjørd, har fylgt verður við kappingini, og 20 minuttir áðrenn kappingina verður upptakt við Róki í Jákupsstovu sum gesti, og við innsløgum úr London, har Leivur Frederiksen er staddur.