Vápnahvíldin í Ukreina longu brotin

Vápnahvíldin í Ukreina longu brotin
Líkt er til, at vápnahvíldin, Janukovitj, forseti, og andstøðan í gjárkvøldið komu ásamt um, longu er brotin. Aftur í morgun eru bardagar í Kijev
 
20.02.2014 - 08:32

Nógv bendir á, at mótstøðufólkini góðtaka ikki vápnahvíldina.

Skot eru at hoyra, og mótmælisfólk grýta grót eftir løgregluni, siga tíðindafólkini.

Í eini kunngerð á forsetaborgini í gjárkvøldið segði Janukovitj, at partarnir eru samdir um at fara undir samráðingar til tess at steðga blóðbaðnum, sum tikið verður til.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kijev seinastu dagarnar, og týsdagin lótu í minsta lagi 26 fólk lív í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólk.

Í minsta lagi 500 fólk vórðu særd.

Ringast ófriður síðan sjálvstýrið

Hetta er ringasti ófriður í Ukreina, síðani landið fekk sjálvstýri, og í gjár koyrdi forsetin herovastan frá.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur ávarað Ukreina um, at tað fær avleiðingar, halda samanbrestirnir fram.

Í dag koma uttanríkisráðharrarnir úr Póllandi, Fraklandi og Týsklandi til Kijev, og seinni í dag hittast allir ES-uttanríkisráðharrarnir í Brússel at viðgera spurningin, um ES skal seta tiltøk í verk móti Ukreina.

Víðgirt miðbýin í tríggjar mánaðir

Mótmælisfólkini hava í tríggjar mánaðir víðgirt seg í miðbýnum í ukreinska høvuðsstaðnum. Tey krevja, at Janukovitj og stjórn hansara leggja frá sær, tí forsetin fyri jól sýtti fyri at skriva undir ein samstarvsavtalu við ES.

Nógv bendir á, at mótstøðufólkini góðtaka ikki vápnahvíldina. Skot eru at hoyra, og mótmælisfólk grýta grót eftir løgregluni, siga tíðindafólkini.

Í eini kunngerð á forsetaborgini í gjárkvøldið segði Janukovitj, at partarnir eru samdir um at fara undir samráðingar til tess at steðga blóðbaðnum, sum tikið verður til.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kijev seinastu dagarnar, og týsdagin lótu í minsta lagi 26 fólk lív í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólk. Í minsta lagi 500 fólk vórðu særd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV