Sálarsjúk: Ógreitt hvør sleppur at búgva í sambýli

Sálarsjúk: Ógreitt hvør sleppur at búgva í sambýli
Sirið Stenberg vil hava at vita, um tey, sum búgva á Psykiatriska deplinum, fáa sítt egna heim, ella ikki
 
28.02.2014 - 08:11

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi, Sirið Stenberg, hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu fyrispurning um, hvørji fólk skulu búgva í nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum verður bygt í vesturbýnum í Havn.

Siri Stenberg undrast á, at landsstýriskvinnan í almannamálum í miðlunum vísir á, at tað er ikki víst, at tey, sum búgva á Psykiatriska deplinum, fáa framíhjá rætt til búpláss á sambýlinum, og at landsstýriskvinnan letur upp fyri møguleikanum, at onnur fólk møguliga kunnu fáa pláss.

Tá ið Løgtingið samtykti at byggja sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku, var tað við tí í hyggju at útvega teimum fólkum, sum í áravís hava verið fastbúgvandi á Psykiatri­ska Deplinum eitt varandi heim, sigur Sirið Stenberg.
 
Hon setur fram spurningin fyri at fáa greiðu á, um trygd kann fáast fyri, um fastbúgvandi fólkini á Psykiatriska deplinum, nú endiliga fáa sítt egna heim - ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659