Lógligt at eiga hampfræ...

Lógligt at eiga hampfræ...
...so leingi tað ikki verða brúkt til at dyrka skunkplantur, sigur Føroya Rættur.
Tú mást gjarna eiga eitt hampfræ, so leingi tað ikki endar sum hassj
 
03.03.2014 - 09:25

Tað er ikki ólógligt í Føroyum at eiga hampfræ, so leingi tey ikki verða brúkt til at dyrka skunkplantur, sum so aftur verða brúktar til at gera hash ella marihuana. 
Tað sigur ein av teimum sjey dómunum hjá Føroya rætti fríggjadagin móti fólkum, sum vóru ákærd fyri at hava skunkplantur og gera rúsevni.
Tað er ikki brot á lógina um rúsevni ella á aðra lóg í Føroyum at eiga hampfræ. Tí varð tann eini ákærdi frídømdur fyri tað, tí tað var ikki prógvað, at ákærdi hevði nakra ætlan um at brúka fræini. 
Í øðrum málum vórðu fólk dømd, tí tey høvdu brúkt hampfræini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328