Gorbatjov heldur lítið um átøk móti Russlandi

Gorbatjov heldur lítið um átøk móti Russlandi
Fyrrverandi sovjettiski forsetin, Mikhail Gorbatjov heldur lítið um vesturlendsku revsitiltøkini og stuðlar fría viljanum hjá veljararnum á Krim.
Seinasti sovjetleiðarin, Michail Gorbatjov, heldur lítið um revsitiltøkini, sum vesturheimunin hevur sett í verk móti Russlandi.
 
18.03.2014 - 10:13

Sjálvandi skal Krim vera ein partur av Ruslandi, heldur Mikhail Gorbatjov.

Tær seinastu vikurnar hava nógvar atfinningar verið móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, orsakað av fólkaatkvøðuni á ukrainsku hálvoynni Krim, har veljararnir atkvøddu fyri at gerast partur av Ruslandi.

Sambært russisku tíðindastovuni, Interfax, heldur Gorbatjov, at avgerðin um, at Krim skal vera partur av Ruslandi er røtt.

- Hetta er fólksins vilji, sigur hann.

Í 1954 lat táverandi sovjetleiðarin, Nikita Khrusjtjov, ukrainsku sovjetrepublikkini Krim, og í 1992 fekk Krim støðu sum sjálvstýrandi lýðveldi í Ukraina, eftir at Sovjetsamveldið var fallið. Tí heldur Gorbatjov, at avgerðin var tikin yvir høvdinum á fólkinum, men nú hava veljararnir á Krim sjálvir gjørt av at rætta hendan feilin, sum hann málber seg.

- Vit eiga at heilsa avgerð teirra vælkomnari heldur enn at seta revsitiltøk í verk, sigur hann.

Gorbatjov vísir til revsitiltøkini, sum ES og USA hava sett í verk. USA hevur sett revsitiltøk í verk móti 11 borgarum í Ruslandi og Ukraina, sum verða hildnir at stuðla uppíleggingini hjá russiska herinum á Krim, meðan 28 uttanríkisráðharrar í ES í gjár samtyktu at seta revsitiltøk í verk ímóti 21 politikarum og herfólkum í Ruslandi og á Krim.

Harafturat hava ES-ráðharrarnir eisini mælt til, at eftirlitsfólk frá OSCE - Evropeiska Trygdar- og Samstarvsfelagskapinum fara til Ukraina og Krim, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. november
Morgunlestur leygardagur 9. november 2024
183015
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283