Damanaki ætlar at loysa stríðið um norðhavssildina

Damanaki ætlar at loysa stríðið um norðhavssildina
Stríðið við Føroyar um norðhavssildina verður loyst, áðrenn skeiðið hjá Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisseri, er úti.
Ósemjan við Føroyar um norðhavssildina verður loyst í mínari tíð, sigur Maria Damanaki.
 
19.03.2014 - 14:15

Tað segði Maria Damanaki í fiskivinnunevndini hjá ES-tinginum í gjár, sambært donsku heimasíðuni Fagpressen. 

- Vit hava gott samband við Noreg og Føroyar. Fiskiskapurin kann takast uppaftur, og samráðingar eru longu við føroyingar, segði fiskivinnukommisserurin. 

Hon vísti á, at handilstiltøk eru sett í verk móti Føroyum, tí ósemja er um sildina, men nú semja er gjørd um makrelin ber til hjá føroyskum skipum eisini at fiska makrel í ES-sjógvi. 

Hinvegin segði Maria Damanaki, at handilstiltøkini verða verandi í gildi, eydnast tað ikki at fáa semju við føroyingar um sildina. 

Ísland er ikki við í makrelavtaluni, men hevur fingið tillutað 15,6 prosent av heildarkvotuni.

Maria Damanaki segði, at Grønland, beint fyri at skrivast skuldi undir avtaluna, kravdi at fáa 100.000 tons. 

- Hetta er meiri enn royndarfiskiskapur, og eg lurti eftir øllum góðum uppskotum um, hvussu Grønland skal handfarast, segði ES-fiskivinnukommisserurin.

Grønland vil hava støðu sum strandaland saman við ES, Noregi, Føroyum og Russlandi.

Írski limurin í fiskivinnunevndini í ES-tinginum fanst at Mariu Damanaki fyri at drála við at seta tiltøk í verk móti Íslandi. 

Fiskivinnukommisserurin svaraði, at allir møguleikar verða kannaðir, men tað er ES-ráðið, sum endaliga ger av, um tiltøk skulu setast í verk, segði hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563