Starvsfólk á Hamragarði rópa varskó

Starvsfólk á Hamragarði rópa varskó
Starvsfólkini har eru stúrin um umstøðurnar, nú eingin onnur loysn er enn at geva teimum gomlu upphitaðan mat í vikuskiftinum
 
03.04.2014 - 09:09

Umsorgan, nærveran og menniskjaligheitin er í vanda fyri at verða burtur, siga starvsfólkini.

Í løtuni er reingerðin minimal, ein náttarvakt er spard burtur og allir ítrivstímar eru spardir heilt vekk. Á Hamragarði skulu nú aftur sparingar fremjast. Boð eru komin um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700 túsund krónur. Og einasta loysnin er at stongja køkin í vikuskiftinum. Matur til vikuskifti skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag og hitast upp leygardag og sunnudag. Starvsfólk skulu niður í tíð, meðan røktarstarvsfólk fáa fleiri uppgávur, millum annað at taka sær av matgerðini um vikuskifti. Og minni tíð verður til tey gomlu.

Í skrivi sent fjølmiðlunum, boða starvsfólkini á Hamragarði frá, at tey síggja fyri sær, at fólk fara at liggja í songini og eta døgurða, tí tey fáa ikki øll upp áðrenn.

- Nógvar avleiðingarnar standa av at liggja ov nógv í songini, so sum øktur vandi fyri blørubruna, lugnabruna, likamlig viknan og stór afturgongd á øllum økjum. So er tað fakligheitin bæði í mun til føðsluvirðið í upphitaða matinum, umframt tað árin, tað hevur á fólkini ikki at kenna matlukt og kunna sita uppi saman og eta. Hetta fer at hava við sær verri heilsustøðu, skriva starvsfólkini í fráboðanini, sum heita staðiliga á landsstýriskvinnuna um at forða fyri hesi sparingini og gera sítt til, at tey gomlu fáa eitt virðiligt lív á ellisárum.

Útvarpið hevur fyrrapartin verið í sambandi við starvsfólkini á Hamragarði, men tey hava ikki aðrar viðmerkingar enn tað, sum stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519