Játtanarkarmar til fyrstu viðgerð

Játtanarkarmar til fyrstu viðgerð
Løgtingið hevur mánadagin fyrstu viðgerð av uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2015. Tá fæst greiða á, hvat løgtingslimir halda um uppskotið
Mánadagin verður greitt, hvat løgtingslimir halda um uppskotið hjá landsstýrinum, um hvussu nógvir pengar skulu brúkast til at reka samfelagið komandi fýra árini, tá fyrsta viðgerð av játtanarkarmunum verður
Mynd: KvF

06.04.2014 - 15:30

Í morgin verður greitt, hvat løgtingslimir halda um uppskotið hjá landsstýrinum, um hvussu nógvir pengar skulu brúkast til at reka samfelagið fyri næsta ár og komandi fýra árini.

Løgtingið hevur í morgin fyrstu viðgerð av uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2015. Sambært uppskotinum til karmar verður hallið á fíggjarlógini komandi ár 196,7 milliónir krónur.

SÍ EISINI Video: Játtanarkarmarnir lagdir fram

Sparingar - tað sum landsstýrið kallar útreiðslutiltøk - skulu gerast fyri 146 milliónir krónur. Hesar sparingar skulu finnast innan millum annað fólkaskúlan, heilsuøkið og í aðalráðunum.

So skal landið útvega sær fleiri eyka inntøkur - tað sum verður kallað inntøkutiltøk. Finnast skulu 200 milliónir krónur næsta ár, og hesir pengarnir skulu millum annað koma frá loyvisgjøldum í alivinnuni og tilfeingisgjøldum í fiskivinnuni.

SÍ EISINI Játtanarkarmar fyri nýbyrjarar

Tingfundurin mánadagin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Játtanarkarmarnir eru einasta málið á dagsskránni hjá løgtinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949