Sjúkrarøktarfrøðingar samráðast enn

Sjúkrarøktarfrøðingar samráðast enn
Einki semingsuppskot liggur í kortunum enn, sigur semingsmaðurin
 
09.04.2014 - 09:44

Semingsroyndin millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur fram.

Terje Sigurðson, semingsmaður, sigur, at enn liggur onki semingsuppskot í kortunum.

Semingsroyndin byrjaði á middegi í gjár.

Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum 24 mars sendu boð eftir semingsstovninum, tí partarnir ikki rukku á mál við lønarsamráðingunum.

Sáttmálin millum lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar fór úr gildi fyrsta oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439