Flest børn búgva hjá báðum foreldrum

Flest børn búgva hjá báðum foreldrum
Góðir tríggir fjórðingar av teimum ungu, sum tóku lut í kanningini Ungfólk 2012, búgva heima hjá báðum foreldrunum
 
09.04.2014 - 11:18

Kanningin Ungfólk 2012 vísir, at 74,5 prosent ella 398 av 534 lutakararnum, búgva hjá báðum foreldrum. Tey flestu, sum ikki búgva hjá báðum foreldrunum, svara, at tey búgva mest ella bara hjá mammuni. Umleið tvey prosent svara, at tey ikki búgva hjá foreldrunum. Tað skrivar heimasíðan hjá lærarafelagnum.

Til samanberingar vísir norska kanningin Ungdata 2010-2012, at 68 prosent av teimum 17-ára gomlu búgva heima hjá báðum foreldrunum. Hetta er eitt sindur lægri enn tað, vit síggja í Føroyum.

Hyggja vit at børnum, sum eru nakað yngri, so eru fleiri, sum búgva saman við báðum foreldrunum. Einans átta ung siga, at tey búgva mest hjá pápa sínum. Haraftrat siga níggju ung, at tey búgva hjá pápanum og konuni, hann nú býr saman við. Hetta svarar til góð trý prosent av teimum spurdu.

Lítil munur er á svarunum hjá dreingjunum og gentunum, men lutfalsliga nógvir dreingir búgva hjá pápanum. 

Ungfólk í Føroyum 2012 er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.

Til ber at lesa alla kanningina her: http://www.lararafelag.fo/Kanningar-og-%C3%A1lit.aspx?ID=1055

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519