VIDEO: Oljublettur vísti til staðið

VIDEO: Oljublettur vísti til staðið
kavarar líkið av 48 ára gamla Klæminti Eli Poulsen í bilin hjá honum, sum varð funnin á sjónum 15 metrar frá gomlu kajini Í Oyndarfirði
11.04.2014 - 19:54

Tað var ein borgari í Oyndarfirði, sum sá oljublett á sjónum og boðaði løgregluni.
Bjargingarbáturin Lív fóru á staðið og kundi staðfesta, at ein bilur lá á botni. 
Tey umborð á Lív boðaðu løgregluni frá, og síðani vórðu froskmenn sendir niður at kanna bilin. 
Teir staðfestu at hetta var bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen, og at líkið av honum var í bilinum. 
Kristian Dahl, politikommisserur, veit enn ikki hvat er hent, og heldur ikki nær bilurin kann verða farin á sjógv. 
Hann sigur, at fleiri kanningar skulu gerast, og nakrar avhoyringar skulu gerast aftrat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329