Johanna til Oslo

Johanna til Oslo
Føroyskir træbátar vóna at fáa stevnuna um strandarmentan til Føroya um tvey ár
Johanna skal til Oslo í summar
 
28.04.2014 - 08:05

Sluppin Johanna úr Vági verður við, tá norðmenn í summar fara at hátíðarhalda 200 ára dagin hjá norsku grundlógini.

Áhugafelagið Føroyskir træbátar skipar fyri ferðini saman við norska felagnum, Forbundet Kysten.

Forbundet Kysten hevur lagt sína landsstevnu í Oslo í ár. Ætlanin er, at okkurt um 400 bátar vera við í tiltakinum.

Johanna fer úr Føroyum 12. juli, og verður við, tá tey nógvu træførini sigla inn til Oslo tann 17. juli.

Sluppin Johanna verður karmur um føroysku mentanina í Oslo hálvan juli.

Umborð vera árabátar og útgerð. Ullvørur og bátasmíð verða sýnd fram og fyrilestrar hildnir eins og føroyskur dansur, og framsýning verður um føroyska mentan. 

Norðurlendska samstarvið um strandarmentan verður partur av tiltakinum í Oslo.

Komandi ár verður stevnan í Álandi, og vónandi verður strandarmentanarstevnan hildin í Føroyum í 2016, upplýsir felagið Føroyskir træbátar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084