Eitt ár kostar 20 milliónir

Eitt ár kostar 20 milliónir
Landsverk vil hava pengar til Marknagilsdepilin fluttar frá 2016 til 2015. Landsstýrismaðurin ivast í, um tað verður neyðugt.
Bjørn Kalsø setur hakan í og loysir fyrsta flagið í Marknagili
 
28.04.2014 - 15:31

Verður Marknagilsdepilin seinkaður eitt ár, fer tað, sambært Landsverki, at kosta minst 20 milliónir krónur.  

Men tíðarætlanin heldur, og depilin verður liðugur á sumri 2016, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.

Gunnvør Balle spyr, um ætlanin er flyta 100 mió. kr. av íløgujáttanini til Marknagilsdepilin frá 2016 til 2015, so depilin kann takast í nýtslu í 2016.

Bjørn Kalsø sigur, at Landsverk hevur kunnað Mentamálaráðið um, at Landsverk metir, at brúk er fyri fleiri pengum til byggingina næsta ár enn tað, sum er sett av í langtíðaríløguætlanini í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum og í fíggjarlógini. 

Mentamálaráðið hevur tikið hesa kunning til eftirtektar. Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur boðað landsstýrinum og løgtinginum frá hesum.  

Landsstýrismaðurin er tó ikki sannførdur um, antin neyðugt verður at flyta pengar frá 2016 til 2015.  

Hiigartil hava umbønirnar um játtan hjá Landsverki og rætti tørvurin á peningi  ikki samsvarað neyvt, sigur Bjørn Kalsø.  
 
Leggjast skal tó afturat, sigur Bjørn Kalsø, at nú ferð er sett á byggingina, og sáttmálar verða undirskrivaðir við arbeiðstakarar, er meira sannlíkt, at lættari verður hjá Landsverki at meta  neyvari um játtanartørvin.

Sambært upplýsingum frá Landsverki gongur byggingin í Marknagili tó eftir ætlan, bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan halda sum er, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.


 
 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926