Størsti sáttmálin um el-innlegging

Størsti sáttmálin um el-innlegging
LM-Electric fingið sáttmálan um elarbeiðið í Skúladeplinum í Marknagili. Arbeiðið kostar yvir 30 milliónir krónur
Í løtuni verður stoypt í Marknagili
 
30.04.2014 - 11:00

Tað fer at kosta 30,3 mió. kr. at leggja streym inn í Marknagilsdepilin.

LM-Electric hevur fingið el-arbeiðstøkuna. Sáttmálin við Landsverk varð undirskrivaður mánadagin. 

Sambært Landsverki er hetta størsti sáttmáli, sum ein føroysk el-fyritøka hevur gjørt um bygging í Føroyum. 

- Vit hava longu fólk á byggiplássinum, sum eru farin í gongd við at fyrireika arbeiðið, sum vit skulu gera, sigur Pauli Hofgaard, stjóri í LM Electric, á heimasíðuni hjá Landsverki. .

Í løtuni eru okkurt um hálvthundrað mans á byggiplássinum við Marknagil. Seinastu vikurnar hava teir stoypt fundament og veggir. Nógv jørðarbeiði er eisini eftir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846