Dryppar á listafólk

Dryppar á listafólk
Upphavsrætturin meira verdur fyri listafólk. Endursøla gevur prosentir av søluprísinum
Mentamálaráðið hevur sett kunngerð um fylgirættargjald í gildi
 
30.04.2014 - 14:50

Tá listasølur selja listaverk fyri onnur, eiga tær at lata listafólkinum ein part av pengunum, sum fáast fyri søluna. Tað er, tá talan er um endursølu.

Tað ásetur ein nýggj kunngerð um fylgirættargjald. Kunngerðin byggir á lógina um upphavsrætt,  sum kom fyri einum ári síðani.  

Kunngerðin er galdandi fyri listaverk, sum eru gjørd í avmarkaðum tali.  

Sambært kunngerðini verður fylgirættargjald rindað við endursølu,  tá seljarin, keyparin ella millummaðurin arbeiða á listaverkamarknaðinum, eitt nú á einum uppboðsstovni, í einum listaverkahandli ella í eini listaverkasølu.

Fylgirættargjaldið, sum listafólkið, fær er í evrum í kunngerðini hjá Mentamálaráðnum. Tað kann ikki vera meira enn 12.500 evrur fyri eintakið. 12.500 evrur eru tað sama sum góðar 93.000 kr.

Gjaldið verður roknað í prosentum av tí, sum listaverkið verður endurselt fyri. Eitt verk, sum verður selt fyri til dømis 3.000 evrur, gevur 300 evrur í fylgirættargjaldi. Verður verkið selt fyri 500.000 evrur, fær listafólkið 2.500 evrur í sín part.  

Rætturin til fylgirættargjald stendur við í 70 ár frá ársskiftinum, eftir at upphavsfólkið doyði. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221