Arbeiðsumhvørvið eins gott og í grannalondunum

Arbeiðsumhvørvið eins gott og í grannalondunum
Meirilutin í Vinnunevndini heldur ikki, at tað er neyðugt at styrkja lógina um trygd og arbeiðsumhvørvi á skipum
 
06.05.2014 - 07:58

Eftirlitið við føroyskum skipum og fiskiførum er ikki nóg gott. Men føroysku lógirnar um trygd og arbeiðsumhvørvi á skipum standa ikki aftan fyri lógirnar í grannalondunum, sum hava strangastu krøv um trygd og arbeiðsumhvørvi á skipum, hevur meirilutin í Vinnunevndini fingið at vita. 

Og tí mælir meirilutin tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um at styrkja lóggávu og eftirlit við trygd og arbeiðsumhvørvi á føroyskum skipum og fiskiførum.   
 
Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, leggur afturat, at okkara lógir eru betri enn tær norsku.  Tí tá føroyingar keypa norsk fiskiskip, mugu munandi ábøtur gerast, áðrenn skipini verða góðkend í Føroyum.

Alt kann gerast betri

Meirilutin í Vinnunevndini ásannar tó, at einki er fullkomið. Alt kann gerast betri, eisini eftirlitið.

Høvdu venjingarnar á skipum verið fleiri, kunningin um trygdarskipanir betri, og eftirlitið røkt sína uppgávu betur, so kundi alt hetta møguliga verið við til at fyribyrgt álvarsomum skaðum bæði á sjónum og á landi.  
 
Minnilutin í vinnunevndini er ósamdur og mælir til at samtykkja uppskotið. Nógv meira kann gerast fyri at bøta um trygdina og arbeiðsumhvørvið á føroyskum skipum. Tað bera fleiri vanlukkur, eisini í 2014, greið boð um, sigur andstøðan í sínum viðmerkingum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138