Vindmyllur eftir Ringvegnum

Vindmyllur eftir Ringvegnum
Fyrsta vindmyllan, sum skal setast upp í Húsahaga í Suðurstreymi, verður koyrd av Eystaru bryggju niðan í hagan í dag og í morgin
 
12.05.2014 - 08:43

Fyrsta vindmyllan, sum skal setast upp í Húsahaga í Suðurstreymi, verður koyrd av Eystaru bryggju niðan í hagan í dag og í morgin.

Koyrt verður eftir vegnum yviri við Strond og Ringvegnum, og tað fer at tarna ferðsluni nakað.

Myllutornið og veingirnir eru 45 metrar long.

Tey verða flutt í tveimum pørtum, sum eru meira enn 25 metrar til longdar, tá ið bilur og flutningsvognur eru taldir við.

Harumframt eru aðrir partar av myllunum fimm metrar breiðir, og longdin er tá 16 metrar við bili og flutningsvogni.

SEV fer at seta 13 myllur upp í Húsahaga, og tær verða fluttar hagar í tíðarskeiðinum 12.mai. sum er í dag, til 15.juli.

Vindmyllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og ætlanin er at seta tær alment í rakstur í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497