Tryggingar vilja ikki rinda fyri Eik leiðslu

Tryggingar vilja ikki rinda fyri Eik leiðslu
Fíggjarligt støðufesti vil hava 150 milliónir kr. frá stjórum og nevndarlimum
 
13.05.2014 - 13:00

Tryggingarnar hjá ovastu leiðsluni í Eikbanka vilja ikki rinda endurgjald, um teir tapa í sakarmálinum móti Fíggjarligum støðufesti.

Tryggingarfelagið Føroyar og evropeiska deildin hjá amerikanska endurtryggingarfelagnum AIG vilja ikki rinda tað, sum oddamenninir í gamla Eik Banka og Eik Grunninum møguliga verða dømdir at rinda Fíggjarligum støðufesti í endurgjaldi fyri ein part av missinum, sum Fíggjarligt støðufesti hevði av at bjarga Eik í 2010.

Endurgjaldskravið er 150 mió. kr.

Tryggingin sigur, at hon fekk skeivar upplýsingar um støðuna í Eik banka og tryggjaði tí undir skeivum fortreytum. Tí taka tryggingarnar ikki við.

Men tað góðtaka Marner Jacobsen, Bjarni Olsen og Odd Bjellvåg ikki.

Fyri at bróta fyrningarfreistina stevndu teir tryggingunum í 2012.

Nú er spurningurin, um sakarmálið millum Eik menninar og tryggingarnar skal viðgerast fyrst ella, um tað skal bíða eftir endurgjaldsmálinum, ella um bæði málini skulu viðgerast samstundis.

Tryggingarnar vilja bíða fyri at vita, um tær yvirhøvur skulu hava nakað krav um skaðabót.

Tí um sakarmálið um endurgjald endar við, at Eik menninir einki skulu gjalda, hava teir heldur ikki brúk fyri tryggingini.

Men ikki allir, sum hava stevnt tryggingunum, vilja bíða. Tað skulu partarnir so tingast um í Føroya rætti, áðrenn avgerðin um raðfylgjuna verður tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290