Landsroyndin: Dátueftirlitið átalar Mentamálaráðið

Landsroyndin: Dátueftirlitið átalar Mentamálaráðið
Mentamálaráðið sendi persónsupplýsingar hjá næmingum í landsroyndini uttanlands, uttan at hava boðað Dátueftirlitinum frá hesum
Dátueftirlitið átalar Mentamálaráðið, tí ráðið sendi persónsupplýsingar uttanlands í samband við talgildu landsroyndina, ætlanin var at hava í apríl (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF

16.05.2014 - 07:00

Tað er ikki í tráð við persónsupplýsingarlógina, ið krevur, at flutningur av persónsupplýsingum skulu fráboðast Dátueftirlitinum. Tað stendur í niðurstøðuni, Dátueftirlitið hevur sent Mentamálaráðnum.

Dátueftirlitið setti Mentamálaráðnum spurningar um dátutrygd í samband við landsroyndir, tá Dátureftirlitið umvegis fjølmiðlarnar hoyrdi, at Mentamálaráðið brúkti ein servara í Kanada í samband við royndirnar.

Mentamálaráðið viðgekk í svarinum, at tað hevur neyvan verið nóg tilvitað um ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini um dátuviðgerðaravtalu og fráboðanarskyldu í samband við landsroyndirnar.

Ásetingar um persónsupplýsingar ikki hildnar

Mentamálaráðið hevur heldur ikki livað upp til eina áseting í persónsupplýsingarlógini um dátuviðgerðaravtalu.

Dátueftirlitið ger eisini vart við, at eingin dátuviðgerðaravtala fyriliggur millum Mentamálaráðið og servaraveitaran í Kanada, og tað krevur persónsupplýsingarlógin.

Mentamálaráðið hevur sostatt ikki livað upp til tvær ásetingar í persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið ger tó ikki meira við málið.

MMR broytir mannagongdir

Mentamálaráðið lovar, at tað framyvir fer at fráboða um ætlanir eru at flyta persónsupplýsingar av landinum.

Mentamálaráðið fer eisini at skriva undir avtalu við dátuviðgerða, áðrenn persónsupplýsingar veðra latnir útlendskum dátuviðgerðarum.

Ætlanin var, at fyrsta talgilda landsroyndin skuldi vera 28. apríl, tá 1400 næmingar úr fjórðu og sættu flokkum skuldu til landsroynd. Royndin bleiv av ongum, tá tekniskir trupulleikar tóku seg upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328