Seks mánaðar fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

Seks mánaðar fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang
Ein 36 ára gamal maður er dømdur seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang
Gentan vendi sær sjálv til løgregluna og meldaði mannin
 
22.05.2014 - 17:42

Camilla Dahl, ákæri sigur, at maðurin skal hava havt annan kynsligan ágang enn samlegu við eina gentu, sum tá var 14 ára gomul. Kynsligi ágangurin varð framdur í tíðarskeiðunum 2002 til 2003 í Suðuroy.

36 ára gamli maðurin er ikki beinleiðis í familju við gentuna, men tey eru innanfyri somu familju.

Gentan, sum í dag er 24 ára gomul, vendi sær í fjør sjálv til løgregluna og meldaði mannin. Firningarfreistin fyri siðamisbrot er vanliga 10 ár frá tí, at offrið er fylt 18 ár. Tað vil siga, at í Føroyum skal ákæra verða reist, áðrenn offrið hevur havt sín 28 ára føðingardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290