Norð festival 2026: Sviðið neytahøvd og lærhøgir leðurstivlar á Viðareiði

Norð festival 2026: Sviðið neytahøvd og lærhøgir leðurstivlar á Viðareiði
Danski rokkbólkurin D-A-D kom til Viðareiðis og gjørdi tað, ið varð væntað av honum. Teir spældu eina góða rokkkonsert, hóast ljóðið kom haltandi aftaná donsku rokkmaskinuni
Stovnararnir av D-A-D, Jesper Binzer og Stig Pedersen, á pallinum í Viðareiði
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
30.08.2026 - 14:05

Tað var, sum ein kendur maður tók til, siðaskifti heima á Brúgvaskifti, ið er staðarnavnið, har Norð festivalurin verður fyriskipaður á Viðareiði. 

"Tað hava nokk ikki nógvir solarium-brúnir menn í leðurshortsi og lærhøgum leðurstivlum leika í á gamla bønum hjá Heimistovumonnunum fyrr." 


Stig Pedersen, bassleikari í D-A-D, er stóri showmaðurin í bólkinum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Og rætt hevur viðkomandi, tí 61 ára gamli bassleikarin og showmaðurin í D-A-D, Stig Pedersen, hevði neyvan verið og fleyga lunda í Settorvu ella verið eftir brundum í Viðvík, áðrenn hann trein á pallin á Norð festivalinum saman við legendariska, danska rokkbólkinum.

"Nýggja tíðin er komin til Viðareiðis," bleiv niðurstøðan. 


Føroyingar, ið eru eitt rokkelskandi fólk, hava verið svøltaðir og ikki fingið tugguna av klassiskum hárrokki í summar. Tað fingu teir á Norð festivalinum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Endin á einari oyðimarkargongd

Festivalsummarið her heima hevur annars verið ein long oyðimarkargongd hjá føroyingum, ið eru eitt rokkelskandi fólk. Tað hevur verið sum lundi á jólanátt at hoyrt eitt rokkorkestur framført. Undantøkini hava verið Ugly Kid Joe á Voxbotni og Clickhaze á G!

Tí kendist tað eins frískligt og norðan lotið, ið seyraði gjøgnum Viðareiði leygardagin, at sleppa at hoyra D-A-D framføra sín neytapunk-rokktónleik á Norð festivalinum, beint eftir at viðingar høvdu flett ársins kúgv. Búmerkið hjá D-A-D er eisini ein neytaskøltur, so tú kanst siga, at tónlistarliga var danski rokkbólkurin komin til Viðareiðis at svíða neytahøvdið. 


Ein stórsmílandi Jesper Binzer á odda fyri D-A-D, sum hann eisini var við til at stovna saman við Stig Pedersen í 1982 (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Væl upplagdir

Konsertin hjá D-A-D var eisini júst so góð, sum ein kundi ynskt sær, hóast ljóðið kom háltandi aftaná bólkinum, men tað venda vit aftur til.

D-A-D spælir sum bólkur ikki vánaligar konsertir. Spurningurin er hinvegin altíð, hvussu góð konsertin verður, og soleiðis var eisini leygardagin. 

Teir fýra limirnir í D-A-D vóru í góðum formi og væl upplagdir havandi í huga, at konsertin bleiv spæld uttandurað eitt ráligt august kvøld í einum norðuratlantiskum útjaðara við einum feudalum samleika.


Mynd: Tordis Vang Guttesen

 

Ikki nakrir unglingar

Limirnir í D-A-D eru heldur ikki nakrir unglingar longur. Stovnararnir av bólkinum, Jesper Binzer, ið syngur og spælir gittar, og bassleikarin Stig Pedersen, eru farin um tey seksti, meðan gittarleikarin Jacob Binzer, ið er beiggi Jesper, stendur á gáttini til hetta markamót. Laust Sonne, ið spælir trummur, og kom upp í orkestrið í 1999, er hinvegin tíggju ár yngri við 51 árum. 

Hóast sín høga aldur, so møtti hin litfagri Stig Pedersen upp í leðurshortsi og lærhøgum leðurstilvum og lítlum øðrum, og var annars eitt fýrverk á pallinum upp á allar hugsandi mátar. Ikki minst til síðst, tá hann kom rennandi út við fýrverki á høvdinum

Jesper Binzer syngur enn framúrskarandi væl, hóast raddarbond hansara hava mangan brattan farið á longu yrkisleiðini, meðan Jacob Binzer er gittarkongur dana og altíð eitt fragd at lurta eftir, tí hann er eitt so vakurt bland av Richie Blackmore og Mark Knofler.

Tann, ið bindur alt saman, er dugnaligi Laust Sonne á trummunum. 


Jesper Binzer, sangari og gittarleikari í D-A-D (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Ørkymlaðir um tíðarlinju

Hóast limirnir í D-A-D vóru í góðum formi kropsliga, so vóru teir eitt sindur ørkymlaðir um, nær teir seinast høvdu verið og spælt í Føroyum. Niðurstøðan bleiv, at tað var á Summarfestivalinum fyri 27 árum síðani, tá Laust Sonne eisini spældi sína fyrstu konsert við bólkinum. 

Tað er ikki rætt. 

Summarfestivalurin var ikki til fyri 27 árum síðani, og fyrsta konsertina við Laust Sonne á trummunum spældi D-A-D í Høllini á Hálsi í Havn í 1999. Hinvegin eru tað 15 ár síðani, at D-A-D spældi seinast í Føroyum, sum var á Summarfestivalinum í 2011.

Men tað skal ikki skilja okkum.


Jacob Binzer er ein gandakallur á gittaranum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Gott sangbland

D-A-D borðreiddi við einum sera góðum blandi av sangum frá teirra longu yrkisleið, sum skjøtul bleiv settur á í 1982, tá bólkurin bleiv stovnaður. Yrkisleiðin hjá D-A-D tók veruliga dik á seg við debutplátuni "Call Of The Wild" í 1986, har sangurin "Riding With Sue", ið bleiv framførdur á Viðareiði, er at finn á.

Annars vóru best umboðaðu útgávurnar á konsertini "Riskin' It All" frá 1991 og "Everything Glows" frá 2000, sum áttu hvør sínar tríggjar sangir á sanglistanum. Tveir sangir vóru av stóru gjøgnumbrots-plátuni "No Fuel Left For The Pilgrims" frá 1989 og av nýggjastu plátuni "Speed Of Darkness" frá 2024. Og so spældi D-A-D eisini ein sang av ávikavist "Draws A Circle" frá 1987, "Helpyourselfish" frá 1995 og "Monster Philosophy". 

 

Ljóðið haltaði aftaná

Tíverri livdi ljóðið ikki upp til dygdirnar í framførsluni hjá D-A-D.

Orsøkirnar til avbjóðingarnar við ljóðinum kunnu vera tvinnar. Kanska var anleggið ov lítið, tí tað ljóðaði ovbyrað frá byrjan. Beinavegin hoyrdust afturkast í ljóðmyndini, ella feedback, sum tað eitur á fakmáli, og mitt undir konsertini, meðan Stig Pedersen sang "Riding With Sue", sløknaðu allar sangmikrofonirnar. Hinvegin, so spældi Hallur Joensen við bólki beint áðrenn D-A-D, og tá var ljóðið bæði gott og hart, so tað burdi ikki verið avbjóðingin. 

Um orsøkin til vánaliga ljóðið ikki var anleggið, ið ikki orkaði at rúma donsku rokkódnini, so var tað ljóðarbeiðið, sum var ov vánaligt. Serliga trummurnar manglaðu botn og høvdu alt ov nógvan diskant. Treyðugt so, so vóru góðar løtur við ljóðinum, so yvirskipað skalaði tað ikki upplivingina so illa, at tað oyðilegði konsertina. Men tú stóð við einari kenslu av, at tað hevði klætt D-A-D at fingið ein størri pall at spælt á. 


Mynd: Tordis Vang Guttesen

 

At enda skal nevnast, at tá viðingar ætla sær at halda fast í frálíku Norð festival siðvenjuni at fletta eina kúgva, áðrenn tónleikurin byrjar, so helt ein ungur norðingur, at tað var upplagt at fáa hansara yndisbólk Cattle Decapitation at spæla aftur við flettingini.

Bólkurin er kendur fyri at tíma væl at spæla konsertir á smáum pallum í einum útjaðara onkustaðni, segði ungi maðurin. 

So eru tey boðini farin víðari. 


Mynd: Tordis Vang Guttesen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290