Video: Henda upptøkan úr Danmark fer heimin runt

Video: Henda upptøkan úr Danmark fer heimin runt
At løgreglan altíð er til reiðar at hjálpa, máttu tannáringar í Danmark sanna, tá løgreglan lat tannáringarnar brúka politibilin sum vatnrussjibana
Upptøkan við tveimum fryntligum, donskum løgreglumonnum, ið lata tannáringar brúka politibilin sum vatnrussjibana, er longu farin víða út í heim. Sí upptøkuna í greinini her
Mynd: Facebook/Eduardo Areias Ebbesen  
 
29.05.2014 - 21:35

Hvat gera tveir løgreglumenn í Danmark eitt heitt, várligt kvøld, tá eingir brotsmenn eru í eygsjón ella aðrar átroðkandi uppgávur eru at taka sær av?

Sí videoupptøkuna niðanfyri

Teir parkera politibilin tætt við ein bryggjukant, so tannáringar, ið ikki hava ein vatnrussjibana tøkan, kunnu brúka politibilin sum vatnrussjibana.

Videoupptøkan niðanfyri her er longu farin víða um allan heimin. Higartil hava fleiri enn 4.000 fólk deilt videoupptøkuna av fryntligu løgreglumonnunum og tannáringunum.

Upptøkan varð gjørd á Femøren á Amager í Keypmannahavn fyri knappari viku síðan. Nú er videoupptøkan av donsku løgreglumonnunum farin víða út í heim.

 
 

Fyri bestu góðskuna, vel HD (niðast í høgra horni)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084