- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannligir pedagogar sleppa ikki at skifta blæu

Í Danmark hava alsamt fleiri barnaansingarstovnar sett mannligu pedagogunum forboð at skifta blæu, og at hava børn sitandi í fanginum. Tað skrivar tv2.dk.
Fakfelagið hjá pedagogum, BUPL, vil nú fáa greiði á, um tað yvirhøvur er loyvt at forða mannligum pedagogum gera hetta.
BUPL fer at senda spurningin til javnstøðuráðið, tí mannligu pedagogarnir kenna seg vera fyri mismuni og undir illgruna.
100 dagstovnar
Sambært kanning, sum lærdi háskúlin í Aarhus hevur gjørt, hava umleið 100 dagstovnar í Danmark sett mannligu pedagogunum forboð at hava nærsamband við børnini. BUPL hevur tosað við fleiri av mannligu pedagognunum, sum arbeiða undir hesum forboði, og við starvsfelagar teirra. Og tey eru samd um, at tað er órímiligt, at ymsar reglur eru galdandi fyri menn og kvinnur.
Fleiri av dagstovnunum siga, at reglurnar eru gjørdar fyri at verja bæði mannligu pedagogarnar og børnini.
- Men trupulleikin er, at vit skapa ræðslu, og tað er ógjørligt at gera nakað pedagogiskt arbeiði, tá alt verður koyrt í tvíningar á henda hátt, sigur Birgitte Conradsen, næstforkvinna í BUPL.
























