Theodor úr Kvívík til Hoyvíkar

Theodor úr Kvívík til Hoyvíkar
Fýra umsóknir vóru til starvið sum prestur í nýggja prestagjaldinum í høvuðsstaðarkommununi
 
19.06.2014 - 09:26

Theodor Olsen, sóknarprestur í Kvívík, verður prestur í nýggja prestagjaldinum í Tórshavnar kommunu.

Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. 

Fýra umsøkjarar vóru til embætið, upplýsir Jógvan Fríðriksson, bískupur. 

Prestagjaldið er nýtt, tað verður skipað 1.september. Í nýggja prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir og tvær kirkjur, Hoyvík og Kaldbak. Har búgva 4.300 fólk. 

Sunnudagin 6.september skipar Uni Næs, dómpróstur, Theodor Olsen í kallið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493