- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um tunnilin kundi ikki broytast
Tað vóru bert tvey starvsfólk úr Innlendismálaráðnum - aðalstjóri og ein fulltrúii - sum stóðu fyri arbeiðnum at gera ein sáttmála og seinni eitt lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin.
Tað greiddi Nella Festirstein, deildarstjóri á lógardeildini í Innlendismálaráðnum, frá, tá hon varð avhoyrd í kanningarmálinum um Skálafjarðartunnilin í morgun.
Nella Festirstein segði, at 2. juli fingu hinir løgfrøðingarnir í aðalráðnum lógaruppskotið til ummælis. Tey fingu at vita, at tað hevði skund, at tey gjørdu sínar viðmerkingar til lógaruppskotið, tí dagin eftir skuldi uppskotið leggjast fyri løgtingið.
Tað tók nakað av tíð at fáa uppskotið endaliga skrivað, tí tað skuldi fyrst umsetast úr donskum, fekk Nella Festirstein at vita.
Óvanliga nógvar spurningar
Embætisfólkini í Innlendismálaráðnum settu seg í felag við uppskotinum 3. juli, men tey høvdu óvanliga nógvar spurningar til uppskotið, tí tey høvdu aldri sæð eitt líknandi uppskot fyrr.
Tey gjørdu so sínar viðmerkingar, og Nella Festirstein viðgekk, at viðmerkingarnar frá embætisfólkunum vóru óvanliga kontantar. Men tað var fyri at fáa aðalstjóran og landsstýrismannin at umhugsa allar spurningarnar væl, áðrenn uppskotið varð borið í løgtingið.
Nella Festirstein tosaði við ein fulltrúa, sum arbeiddi við tunnilsmálinum, um ein spurning í málinum, men tá fekk hon at vita, at hvørki lógarupppskot ella viðmerkingar til lógaruppskotið kundu broytast. Alt var bygt á avtalur við CIP, sum ikki kundu broytast.
Viðmerkingarnar frá embætisfólkunum vóru sendar 4. juli. Hetta var seinasti arbeiðsdagurin hjá Nellu Festurstein, áðrenn hon fór í feriu. Tá hon kom aftur, væntaði hon at hoyra okkurt um, hvussu viðmerkingarnar vórðu brúktar. Men hon hoyrdi onki.
Eina ferð spurdi hon fulltrúan, um landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard, yvirhøvur hevði sæð viðmerkingarnar. Hon undraðist á, at hann tóktist vera so glaður, sum um onki var at tosa um. Men fulltrúin visti ikki, um landsstýrismaðurin visti um viðmerkingarnar.
Men eftir at viðmerkingarnar komu fram í fjølmiðlunum, visti landsstýrismaðurin so um viðmerkingarnar. Kári P. Højgaard kallaði síni starvsfólk inn á fund 4. september. Nella Festurstein skilti tað soleiðis, at tað var ikki fyrr enn tá, at landsstýrismaðurin hevði lisið viðmerkingarnar.
Kári illur
Hendan dagin var landsstýrismaðurin misnøgdur og illur. Hann legði síni embætisfólk undir at vera illoyal og leka skjøl til fjølmiðlarnar. Embætisfólkini vóru skelkað yvir ákærurnar, segði Nella Festurstein. Tí teirra ætlan var ongantíð at vera illoyal.
Viðmerkingar frá embætisfólkunum vóru skrivaðar til innanhýsis brúk, soleiðis at landsstýrismaðurin var væl fyrireikaður, tá hann skuldi svara spurningum um lógaruppskotið, og fyri at geva boð til aðalstjóran um at hugsa seg sera væl um.
Ætlanin var ikki, at viðmerkingarnar skuldu berast i løgtingið, segði Nella Festurstein. Men tað var tó eitt vónbrot, at arbeiðið at skriva viðmerkingarnar var meir ella minni til fánytís, tí tær vórðu ikki brúktar til nakað.